2024-04-30 20:50
Fríggjakvøldið bjóða FO Tatt Fest og bryggjaríið OY til eitt brak av einari konsert við tungmálmsbólkinum Hamferð, sum í løtuni eru háaktuellur við nýggju útgávuni “Men Guðs hond er sterk”.
- 6. apríl var fullkomiliga útselda útgávukonsert hildin í Sjónleikahúsinum. Vit eru tí sera fegin um, at teir eru til reiðar at blása takið av OY við teirra doom tónum og serstaka ljóði.
Dyrnar lata upp kl. 22, har DJ Nookie fer at diska og hita upp til eitt feitt kvøld í tungmálmsins tekni! Tey, ið hava vikuskiftispass til FO Tatt Fest 2024, hava ókeypis atgongd, annars verða eitt avmarkað tal av atgongumerkum seld við hurðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald