Mentan

Hamferð skal spæla á G

Bólkurin kemur 22. mars við útgávuni "Men Guðs hond er sterk”. Nú verður hamurin skiftur, klædningarnir eru hongdir í skápið, og Hamferð verður aftur at hoyra á G!

Hamferð á G! Í samband við Spæl Føroyskt Vikuna legst eitt føroyskt navn afturat skránni hjá G! um dagin. (Mynd: Olaf Olsen)

Hamferð á G! Í samband við Spæl Føroyskt Vikuna legst eitt føroyskt navn afturat skránni hjá G! um dagin. (Mynd: Olaf Olsen)

2024-03-05 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Nú verður hamurin skiftur, klædningarnir eru hongdir í skápið. Hvat fáa vit í staðin frá einum av heimsins bestu dómadagsmálmbólkum? 

Hamferð kemur 22. mars við útgávuni "Men Guðs hond er sterk”. Seks ár eru liðin síðani stórverkið "Támsins likam", og tað er tí ikki at taka ov ríkan til, at siga, at dómadags fjepparar í hesum døgum halda ondini í spenningi.

Vit hava upplivað Hamferð á G! fleiri ferðir áður, og hvør ferðin er líka minnilig.

Í sínum svørtu klædningum og við sínum álvarsama framburði, hava teir megnað at skapa eina kenslu av myrkri, mest álíkum jarðarferðini hjá Mykinesi.

[object Object]

Nú verður hamurin skiftur, klædningarnir eru hongdir í skápið. og Hamferð verður at hoyra á G! í juli.

Í samband við Spæl Føroyskt Vikuna legst eitt føroyskt navn afturat skránni hjá G! um dagin.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder