Innanlands

Handaðu Høgna Hoydal yvir 1.000 undirskriftir

Átakið Samhugi við Palestina ynskir, at føroysku sendifólkini skulu fara úr Ísrael, og at sendistovan skal lata aftur. Landsstýrismaðurin tók ímóti men sigur, at tað er torgreidd støða

Talan er um altjóða brotsverk hjá Ísrael, og tey skulu ikki framhaldandi verða órevsað - Føroyar noyðast at taka eina støðu, vísa tey í átakinum á (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Talan er um altjóða brotsverk hjá Ísrael, og tey skulu ikki framhaldandi verða órevsað - Føroyar noyðast at taka eina støðu, vísa tey í átakinum á (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-21 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun klokkan 8.30 handaðu tey úr átakinum Samhugi við Palestina Høgna Hoydal eina áheitan um at kalla okkara sendifólk í Tel Aviv heim og lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur.

Ein undirskriftinnsavnan hevur verið, har yvir 1.000 fólk hava skrivað undir áheitanina. Endaliga talið er ikki upplýst, men fólk í átakinum meta, at tað sigur eitt um støðuna og hugsanina millum føroyingar.

Tey í Samhuga við Palestina hava eina longri grundgeving á lesarin.fo fyri støðu sínari. Har verður millum annað komið inn á, at yvir 85 prosent av íbúgvunum í Palestina eru riknir úr heiminum, at so nógv er lagt í oyði, og at so nógv sivil eru dripin - børn og vaksin.

Talan er um altjóða brotsverk hjá Ísrael, og tey skulu ikki framhaldandi verða 
órevsað, vísa tey í átakinum á.

- Heimurin má viðurkenna, at bara við at fáa enda á tí ólógligu ísraelsku hersetingini ber til at steðga teimum afturvendandi mannarættindabrotunum í Ísrael og teimum
hersettu økjunum. Tey í Samhuga við Palestina siga, at tá Ísrael ikki ger eftir boðunum frá heimsins evstu myndugleikum, so sum Altjóða Dómstólinum og ST Trygdarráðnum, so mugu heimsins lond blanda seg. Og har eiga Føroyar at vera á søgurnar røttu síðu og kvetta diplomatisk bond við Ísrael, til ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og inntil Ísrael gevst við at kúga palestinska fólkið.

[object Object]
Høgni Hoydal fær ikki lovað teimum úr Samhuga Við Palestina nakað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Umboð fyri Samhugi við Palestina vóru í Tinganesi fyrrapartin, har handanin fór fram, og eitt prát var við landsstýrimannin í uttanríksmálum. Høgni Hoydal hevði í tí sambandi eina samrøði við Kringvarpið, har hann staðfesti, at tað at taka eina sendi stovu er eitt álvarsamt og stórt stig - nakað sum í øllum ikki bara kann gerast her og nú.

HER ber til at hoyra Høgna Hoydal - Elisa Vang úr átakinum er eisini við í innslagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder