Handilsjavnin av vørum hevur havt stór yvirskot seinanstu nógvu árini og var yvirskotið 1,5 milliardir krónur í juni 2024 - 2,3 milliardir um skip og flogfør ikki telja við.
Mynd 1 niðanfyri vísir uttanlandshandilin av vørum sum leypandi 12-mánaðar samanlegging. Handilsjavnin er útflutningurin av vørum minus innflutningin av vørum. Handilsjavnin var 1,5 mia. kr. í juni 2024, meðan hann uttan skip og flogfør var 2,3 mia. kr.
Í 2023 minkaði útflutningsvirðið nakað av botnfiski og alifiski, meðan økti útflutningurin av svartkjafti sum fiskaúrdráttur vaks munandi í bæði nøgd og virði. Prísirnir á fiskamjøli, fóðri og serliga lýsi, vóru hinvegin høgir alt 2023, og fyrstu mánaðirnar av 2024.
Útlitini fyri útflutningin í 2024 eru millum annað merkt av øktari svartkjaftakvotu og høgum laksaprísum. Útflutningurin av sild, makreli og toski fellur væntandi vegna fallandi kvotum. Størsta broytingin í metingunum fyri 2024 samanborið við 2023 er, at útflutningurin av mjøli og lýsi væntandi fellur, tí makrelur verður framleiddur til matna, heldur enn at verða landaður sum ídnaðarfiskur.
Fyrra hálvár í ár er innflutningsvirðið minkað góð 14%, ið svarar til eina minking á 852 milliónir krónur. Minkingin var góð 12% áðrenn verkfallið byrjaði, tí er tað er ikki verkfallið, sum drívur minkingina, men í høvuðsheitum bíligari innflutningsvirði á brennievni og ein lækking av innfluttum skipum.
Útflutningurin er somuleiðis minkaður, men ikki eins nógv sum innflutningurin, og tað er tí framvegis avlop á handilsjavnanum (juni 2024).
Mynd 1 Handilsjavnin, vørur
Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Sí eisini: Føroyski búskapurin framvegis í framgongd
Landsbanki Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald