Innanlands

Handilsskálin í Klaksvík letur upp í næstu viku

Onkrir snøklar eru eftir, men miðskeiðis í næstu viku verður latið upp

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2021-08-14 10:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Handilsskálin á Sandinum, sum er á veghæddini í Biskupstorgi, letur upp um nakrar dagar.

Upplatingin hevur verið útsett fyri ferðir, men nú er greitt at tað verður miðskeiðis í næstu viku, skrivar Norðlýsið.

Har er ein hanilsgøta við fleiri ymsiskum krókum og einum fittum palli. Inn til allar handlarnar er ein glasveggur, sum verður rullaður burtur í dagtímunum. Eisini verður ein matstova, har til ber at fáa sær at eta og drekka.

Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum eru fleiri myndir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder