2020-11-20 10:55

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um handilsstuldur.
Talan er um onkran, sum hevur stolið úr einum handli í Havn, og hendingin varð fangað á vakmyndatóli.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at málið varð meldað í gjár, men at tað nokk er hent um vikuskiftið.
Upplýst verður ikki, hvat varð stolið, men talan er, sum skilst, ikki um reiðan pening. Samlaða virðið á stolnu vørunum er enn ógreitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald