
- Klædnahandlar, málingahandlar, leikuhandlar og handlar, ið selja búnýti og líknandi, hava yvirhøvur verið væl vitjaðir. Hetta kemst av, at fólk hava havt meiri tíð heima og ikki verið so nógv uttanlands sum vanligt. Hinvegin hava aðrir limir hjá okkum, sum m.a. selja til vinnulívið, yvirhøvur havt verri umstøður. Eitt nú hava bilútleigarar havt eina øgiliga stóra afturgongd. So tað ber ikki til at skera alla handilsvinnuna yvir ein kamb.
Tað sigur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum. Hon sigur, at avbjóðingar eisini hava verið hjá fyritøkum at fáa vørur frá veitarum, tí hesir eisini hava verið hart raktir av koronu og framleiðslur tískil hava ligið lamnar.
Forkvinnan í Handilsvinnufelagnum sigur, at avleiðingarnar av hesum longu eru farnar at síggjast í hækkandi prísum.
- Orsøkin til hetta eru høgu fraktútreiðslurnar, sum eru komnar upp á vørur úr Fjareystri, haðani stórur partur av framleiðsluni stavar. Vit síggja veitarar, sum hava fraktøking til Evropa úr Asia upp á 500 prosent (!), so tað sigur seg sjálvt, at hetta fer at síggjast aftur í øktum prísum í 2021, staðfestir Eyðvør Berg, ið eisini er varastjóri í Berglon í Runavík og Klaksvík, sum umframt gávur, búnýti, leikur og frítíðarklæði eisini selur fiskireiðskap til línuskip o.o.
Umleið helmingurin av søluni hjá Berglon er fiskireiðskapur, sum tey hava framleitt í Kina síðani 2012.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald