Í gjár løgdu yvir 200 hvalir beinini í Hvannasundi, og umboð fyri umhvørvisfelagsskapir vóru eisini til staðar í økinum. Í hesum sambandi vórðu tveir útlendingar handtiknir, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Tann eini vildi ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum mann annars hevur skyldu til at gera, tá løgreglan spyr. Tað gevur eina bót. Løgreglan fann útav, hvør hann var, og síðani varð viðkomandi leyslatin.
Ein annar útlendingur varð handtikin og skuldsettur fyri at flúgva við dronu yvir grindaøki.
Sýslumaðurin lýsti økið, har grindin varð hildin til í gjár, sum grindaøki. Grindaøkið var ein fjórðingur í hvørja ætt, og hetta var eisini galdandi fyri loftrúmið. Tá øki verður lýst sum grindaøki merkir tað, at óviðkomandi ikki hava atgongd.
Dronuførarin fekk eina bót, og hald varð lagt á dronuna. Viðkomandi hevði fylgst við umboðum frá einum umhvørvisfelagsskapi, men hann segði seg vera fríyrkismyndafólk og ikki partur av nøkrum felagsskapi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald