2024-10-20 11:24

Týska løgreglan hevur handtikið ein libyskan mann, sum er undir illgruna fyri at hava lagt ætlanir um eitt álop á ísraelsku sendistovuna í týska høvuðsstaðnum Berlin.
Tað upplýsir týski ákærumyndugleikin, sum leggur afturat, at hann verður mettur at hava tiltknýti til Islamiskan Stat (IS), skrivar Ritzau.
Maðurin, sum er 28 ára gamal, varð handtikin leygarkvøldið í einari íbúð í býnum Bernau, tíggju kilometrar frá Berlin, eftir at týska løgreglan hevði fingið eitt prei frá einari útlendskari fregnartænastu.
Sambært Times of Israel skal maðurin í rættin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald