2021-01-22 22:05

Í meðan fýra mans vóru í grundlógarforhoyri Føroya Rætti í dag í samband við eitt stórt narko mál, handtók narko politiið klokkan 16.57 ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.
Í samband við húsarannsøknina heima hjá honum, fann politiið 67 gram av amfetamin, umleið 5 g av ketamin umframt fleiri tablettir av ymiskum slag.
Efter ætlan verður tann 24 ára gamli maðurin framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti í morgin, leygardagin tann 23. januar.
Grundað á víðari kanningararbeiði, hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum.
Les eisini: Varðhaldsfongslaðir fyri hóttanir, harðskap og burturflyting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald