Innanlands

Handtikin fyri harðskap í Havn

Ein persónur er handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál á einum skeinkistaði í Havn um vikuskiftið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-01 08:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur er handtikin í sambandi við eitt mál um harðskap, sum fór fram í høvuðsstaðnum náttina til sunnudagin.

Tað var klokkan tvey sunnunáttina, at boðað varð frá harðskapi á einum skeinkistaði í miðbýnum.

Fyrst varð hildið, at tveir persónar løgdu á ein triðja persón, men tað hevur síðani víst seg, at talan bert var um ein, og hann er nú handtikin og skuldsettur fyri harðskap. Órættaði fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað er møguligt, at grundlógaravhoyring verður seinni í dag, men støða er ikki tikin til hetta enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder