
Tað hevur verið eit friðarlig samdøgur hjá løgregluni. Tó so var eitt mál um húsaófrið í nátt.
Tann eini persónurin var ikki heilt til at sissa, og løgreglan tók hann við á støðina. Har svevur viðkomandi, og verður hann leyslatin seinni.
Eitt harðskapsmál frá vikuskiftinum er kannað nærri, og í dag skal støða takast til, um ein ávisir persónur skal varðhaldsfongslast í sambandi við tað.
Løgreglan handtók viðkomandi í gjár, og persónurin skal møguliga til grundlógaravhoyring í dag.
Tað var leygarmorgunin, at viðkomandi var farin inn í eini hús í høvuðsstaðnum. Harðskapur var framdur móti einum øðrum, sum síðani tørvaði læknahjálp.
Tann nú handtikni er kendur hjá løgregluni.
Dagført: 08.14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald