Uttanlands

Handtikni sviin noktar at fara til Danmarkar

22-ára gamli maðurin úr Malmö fer at vera settur fyri ein dómari í Svøríki.

Ein maður er handtikin og ein annar er eftirlýstir í málinum um spreingingina (Mynd: Scanpix)

Ein maður er handtikin og ein annar er eftirlýstir í málinum um spreingingina (Mynd: Scanpix)

2019-08-15 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var greitt, at ein svii er handtikin fyri álopið spreingingina í Skattastýrilsinum. Hetta hendi seint týskvøldið.

Tað kunnu tó taka fleiri vikur til 22-ára gamli maðurin kemur verður "handaður" til Danmarkar. Maðurin hevur noktað at avhendaður til Danmarkar, har hann skal til grundlógaravhoyring. Hetta sigur Måns Björklund, ið er svenskur ákæri innan altjóða brotsgerðir hjá svensku løgregluni.

Rættarfundur kemur harvið at vera í Malmö, har maðurin er frá; ein handtikin skal í Svøríki koma fyri ein dómara í seinasta lagi 72 tímar eftir eina handtøku - í Danmark er tað 24 tímar.

Har er ein annar maður, eisini svii, ið eru undir sterkum illgruna í málinum. Tann 23-ára gamli er tó framvegis ikki funnin og er altjóða eftirlýstir. Hetta upplýsir Københavns Politi hósmorgunin fyri TV 2. Nøvnini á teimum báðum sviiunum kann ikki upplýsast.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder