Brasilska løgreglan hevur handtikið fimm persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava lagt ætlanir um kvettroynd og dráp av núverandi forsetanum, Luiz Inacio Lula da Silva, og varaforsetanum Geraldo Alckmin fyri tveimum árum síðani.
Hetta var í 2022, eftir at Lula hevði vunnið forsetavalið móti táverandi forsetanum, Jair Bolsonaro. Ætlanin var at drepa Lula og Alckmin 15. desember, upplýsir brasilska løgreglan.
Upplýst verður eisini, at fleiri av persónunum, sum verða kannaðir í málinum, eru servand herfólk, skrivar Ritzau.
Fimm persónar vórðu handtiknir týsdagin, og eisini vórðu fimm rannsóknir gjørdar.
Fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro verður eisini kannaður av løgregluni í løtuni. Illgruna er um, at hann hevur verið við til at leggja kvettroyndina til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald