Innanlands

Handtiknir fyri at smugla í gjár - fingu dóm í dag: Fongsul í eitt ár

Tveir ungir menn vóru handtiknir á flogvøllinum í gjár við 120 grammum av flótandi MDMA. Nú sita teir í Mjørkadali

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-07 17:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir menn eru í Føroya rætt hava í dag fingið ein skunddóm. Teir vóru handtiknir á flogvøllinum í gjár við 120 grammum av flótandi MDMA, sum kann brúkast til at gera ecstasy burturúr.

Tað veit útvarpið seinnapartin.

Teir hava játtað seg sekar í gerðini, og teir eru í dag dømdir eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing í part.

- Tá vit meta at málið er fult upplýst. Tað er eitt treytaleyst játtanarmál og tá málið er fult upplýst, kann tað gerast upp á hendan mátan við skunddómi, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

- Vit meta, at hesir menninir hava verið í Danmark og keypt sær hesi evnini og tikið tað við sær heim. Vit hava ikki illgruna um, at nakar hevur latið teimum tað í Danmark ella at tað skuldi handast nøkrum her í Føroyum. Teir eiga hetta einsamallir, verður mett, sigur Heri Andreassen.

Menninir eru longu farnir inn at sita í Mjørkadal. Hetta hava teir tó kært varðhaldsfongslingina til landsrætturin kemur einaferð næsta ár.

Nógvir pengar eru í hesum. Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur við útvarpið, at prísurin per gram av hesum rúsevninum liggur millum 1.500 og 2.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder