2021-03-19 13:17

Í grundlógaravhoyring týsdagin, varð ein ung kvinna varðhaldsfongslað í fýra vikur.
Tað veit útvarpið í dag.
Løgreglan handtók kvinnuna mánadagin í sambandi við stóra rúsevnismálið, sum byrjaði í januar. Tá fann løgreglan rúsevni í stórum nøgdum í húsum í Havn.
Kvinnan, sum skal sita varðhaldsfongslað til 13. apríl er yngri enn 20 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald