Innanlands

Handverkarar gjørt semju við kommunala arbeiðsgevarafelagið

Partarnir tóku undir við uppskotinum frá semingsstovninum. Lønarhækkanin er á sama støði sum semjan millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið

2021-05-11 17:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna einumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin eru blivin samd um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020, og partarnir vóru á fyrsta samráðingarfundi 26. november í fjør. Síðan tá hava partarnir verið á fýra fundum, til partarnir 28. apríl staðfestu, at semingsstovnurin mátti boðsendast.

Semingsstovnurin legði í dag semingsuppskot fram, ið báðir partar tóku undir við.

Semjan er fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2020 til 31. desember 2022.

Lønarhækkanin er á sama støði sum semjan millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder