Innanlands

Handverksmeistarafelagið kærir niðurstøðu hjá Kappingareftirlitinum

Nevndin er ósamd í niðurstøðuni, og metir fortreytirnar hjá Kappingarráðnum at gera niðurstøðuna eru skeivar

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2024-03-08 10:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingareftirlitið almannakunngjørdi í gjár avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag og nakrir limir felagssins skulu hava framt brot á grein 6 í kappingarlógini.

Málið snýr seg um, at Føroya Handverksmeistarafelag í 2020 mælti undangóðkendum fyritøkum frá at bjóða uppá arbeiðið at gera eina svimjihøll í Runavík, tí útbjóðingartilfarið ikki var í lagi.

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur viðgjørt niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum, og hevur avgjørt at kæra, sigur Føroya Handverksmeistarafelagið í tíðindaskrivi.

Nevndin er ósamd í niðurstøðuni og metir, at fortreytirnar hjá Kappingarráðnum at gera niðurstøðuna eru skeivar.

Føroya Handverksmeistarafelag ætlar ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn ein endalig niðurstøða fyriliggur í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder