Mentan

Hann avdúkaði sovjettisku ræðuleikarnar

Filmsfelagið vísir filmin “Mr. Jones” komandi mikukvøld

James Norton hevur høvuðsleiklutin sum Mr. Jones

James Norton hevur høvuðsleiklutin sum Mr. Jones

2020-10-22 10:50 Author image
Innsent
placeholder

Filmurin, sum Filmsfelagið komandi mikudag vísir í Havnar Bio er um ein journalist, sum tíðliga í tríatiárunum avdúkaði ræðuleikarnar, sum fóru fram undir kommunismuni í Ukraina.

Í 1933 er walisiski Gareth Jones (1905-1935) millum kendastu journalistar, tí honum er eydnast at fáa eina samrøðu við Adolf Hitler. Nú fer hann til Sovjetsamveldið at skriva næstu grein.

Mr. Jones, sum er altjóða heitið á filminum, hevur sett sær fyri at kanna, hvussu kommunistiski staturin ætlar at nýmótansgera landið og samstundis skipa tær mongu herdeildirnar.

Karmurin um greinina skal verða ein samrøða við Stalin.

Men ferðin lagar seg so, at hann uttan ferðaloyvi kemur inn í Ukraina, har journalisturin fær eina fyrstahonds og ikki sørt marrukenda uppliving av sovjettisku framgongdini. Við egnum eygum sær hann, hvussu harðrendir russiskir hermenn tøma landsins korngoymslur, meðan milliónir av ukrainarum doyggja í hugri, eitt fólkamorð, ið er kallað Holodomor. 

Russarar fáa snevilin av bebbarædda journalistinum, sum teir vilja gera alt fyri at teppa, so hann einki skrivar til vesturheimin um sovjettisku støðuna. 

Altjóða ummælarar siga, at filmurin Mr. Jones gevur eina sannførandi ræðumynd av gloymda fólkamorðinum í Ukraina. 

Ræðuleikarnir, sum Gareth Jones avdúkaði í Eysturevropa, fingu vinmannin, George Orwell (1903-1950), at skriva ”Animal Farm” í 1945. 

Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 28. oktober við donskum undirteksti og heitinum ”Den sorte jord”. Another World Entertainment hevur útvegað Filmsfelagnum henda filmin. Øll hava atgongd til sýningarnar í Filmsfelagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder