Innanlands

Hann jagstraði eitt beist, men handtók eitt menniskja

Fyrrverandi ovastin fyri drápsdeildina hjá Ferðaliðinum, Bent Isager-Nielsen hevur í sínum arbeiði hjá løgregluni í 44 ár fingist við nøkur av torgreiddastu og merkisverdastu drápsmálunum í Danmark, Grønlandi og í Føroyum, og 20. februar hevur hann fyrilestur í Norðurlandahúsinum

2025-02-14 17:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu verður eitt drápmál kannað? Hvussu eru brotsverk broytt við tíðini? Hvussu ber tað til, at talið á morðum fellur, samstundis sum talið, har konufólk eru myrd, ikki fellur? Hesir eru nakrir av spurningunum, sum fyrrverandi ovastin fyri drápsdeildina hjá Ferðaliðinum, Bent Isager-Nielsen, fer at tosa um í Norðurlandahúsinum, 20. februar kl. 19.30.

Bent Isager-Nielsen hevur í sínum arbeiði hjá løgregluni í 44 ár fingist við nøkur av torgreiddastu og merkisverdastu drápsmálunum í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Hann hevur sum fyrrverandi leiðari fyri Ferðaliðið hjá ríkisløgregluni staðið á odda fyri at kanna eina ørgrynnu av brotsmálum - ofta slíkum, sum miðlarnir hava fylgt serliga væl við.

Nú hann vitjar Norðurlandahúsið, er tað við tí fyri eyga at greiða frá teirri vitan og teimum royndum, hann hevur við sær aftaná eitt arbeiðslív, har hann serliga hevur fingist við at greiða brotsverk. Hann fer at greiða frá hesum arbeiði og at seta tey í frásjón við viðkomandi nútíðar brotsmál, og tekur áhoyrarnar við sær inn í kanningararbeiðið hjá løgregluni við nýmótans tøkni og DNA-greining, sum ofta eru avgerandi í hesum kanningararbeiði.

Bent Isager-Nielsen fer eisini at koma inn á, hvussu brotsverk eru broytt við tíðini. Hóast samlaða talið á drápsmálum er fallið, er talið, har konufólk eru myrd, ikki fallið. Møguligu orsøkina til hetta fer hann eisini at tosa um.

Eitt føroyskt mál, sum kúvendi
Ein partur av fyrilestrinum fer at snúgva seg um eitt mál frá 1994, sum hendi við eitt havnarlag í Føroyum. Tað, um fyrst tóktist vera eitt drápsmál, var nakað heilt annað.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder