
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Honnu Jensen í starvið sum rektari í Miðnám á Kambsdali. Hesum boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá í dag.
Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Eisini er hon væl áleiðis við eini MA í vegleiðing, umframt at hon hevur tikið onnur viðkomandi skeið.
Hanna Jensen hevur drúgvar royndir bæði sum undirvísari og vegleiðari innan miðnámsøkið. Eisini hevur hon royndir sum franskur konsul í Føroyum. Hanna Jensen hevur verið virkin í politikki í nógv ár sum løgtingskvinna fyri Framsókn og landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, umframt sum býráðslimur í Eysturkommunu.
Nýggi rektarin byrjar í starvinum 1. mars 2021. Hon tekur við eftir Páll Isholm, sum í desember segði seg úr starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald