Hanna Jensen byrjaði sum rektari í Miðnám á Kambsdali 1. mars í 2021. Áðrenn tað hevði hon starvast á skúlanum í nógv ár sum undirvísari og vegleiðari.
Leirvíkskvinnan í Gøtu hevur eisini verið nógv virkin í politikki, og av tí at hon tók sæti á tingi í september 2023 fyri Framsókn, fór hon í farloyvi úr rektarastarvinum.
Síðani hevur Christian Joensen verið virkandi rektari á Kambsdali.
Hanna Jensen stillaði ikki uppaftur til løgtingsvalið í mars, og nú er greitt at hon byrjar aftur í starvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali tann 1. august 2026.
Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu sínari í dag.
- Vit fegnast um at bjóða Honnu vælkomnari aftur og síggja fram til hennara íkast til framhaldandi at menna skúlan, samstundis sum vit takka Christiani fyri hansara íkast meðan hann hevur virkað sum rektari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald