'Hvørjum angar rúmdin av?' er heiti á nýggjari útgávu við fimm nýggjum verkum, sum tónaskaldið Kári Jacobsen hevur skrivað til yrkingar hjá Urd Johannesen. Útgávan verður útgivin á felagnum Tutl í dag, 13. mei.
Talan er um nýklassiskan tónleik fyri klaver og sopran, sum virðislønta føroysk-norska sopranin Hanne Marit Mordal Iversen syngur, meðan Kári Jacobsen spælir á klaver. Útgávan er eitt framhald av útgávuni ‘Rangvørg’, sum í 2023 varð tilnevnd tvær FMA-virðislønir og vann eina virðisløn fyri Ársins Kompositión.
Sopranin Hanne Marit Mordal Iversen hevur vunnið ørgrynnu av altjóða virðislønum seinastu árini, bæði í Europa og Asia. Hon megnar føroyska málið hóast hon hevur búð í Noregi meginpartin av lívinum.
Tekstirnir á nýggju útgávuni fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum kæru, til meira abstraktar hugaroyndir, ið føra okkum út í óendaligu rúmdina. Tónleikaliga eru nøkur av løgunum meira siðbundin, meðan onnur hava eitt meiri eksperimenterandi, modernað og óbundið snið og úttrykk.
Sangirnir á útgávuni eru:
- Onkustaðni millum hjartað og rødd
- Hví er rødd tín tagnað
- Hvørjum angar rúmdin av?
- Úr luftini
- Sólsetur á eygnabrá
Tekstirnir eru at finna á heimasíðuni hjá útgávufelagnum Tutl
Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum, og Bárður Dahl Christiansen hevur teknað húsan/permuna.
Nýggi tónleikurin verður frumframførdur á konsertum 4. og 6. august í Havn og aðrastaðni. Nærri verður lýst seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald