2019-05-09 09:52
Sunnudagin tann 12. mai letur upp ein søluframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við listaverkum hjá Hanni Julius Bjartalíð.
Fernisering verður seinnapartin, har Oggi Lamhauge fer at røða. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 30. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald