Á býráðsfundi 13. juli samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at seta Hans Andrias Olsen í farloyvisstarvið sum leiðari á Dagstovninum við Kráir.
Hans Andrias byrjar í starvinum komandi týsdag, 1. september. Farloyvisstarvið er galdandi í eitt ár.
Hans Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu.
Hans Andrias varð útbúgvin námsfrøðingur í 2014. Hann hevur starvast innan skúla, frítíðarskúla- og dagstovnsøkið, umframt serøkið.
Síðani 2019 hevur Hans Andrias starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum við Stórá í Runavíkar kommunu. Eitt stutt skifti starvaðist Hans Andrias sum leiðari á ungdómshúsinum Garnhúsið, og er sostatt ikki heilt ókendur í Sundalagnum.
Umframt fakligu eginleikarnar innan dagstovnaøkið hevur Hans Andrias nógvar royndir sum fótbóltsvenjari og leikari.
Sunda kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald