2021-01-19 21:47

Hans Andrias Olsen tók á heysti 2019 við farloyvisstarvi sum leiðari á Frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík. Tann frítíðarskúlin er nú víðkaður við einari deild í Kvinnufelagshúsunum á Glyvrum.
Tá farloyvistíðin var av, var Hans Andrias millum teirra sum søkti, og hann er nú settur í fast starv sum leiðari. Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
36-ára gamli Hans Andrias Olsen er útbúgvin bachelor í námsfrøði. Hann er klaksvíkingur og býr í Funningsfirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald