Mentan

Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak

Nýggja bókin verður løgd fram í Reinsarínum í Havn hóskvøldið og aftur á Seglloftinum á Tvøroyri í annaðkvøld

Hans Eiler Hammer

Hans Eiler Hammer

2024-10-23 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókin kemur út í morgin, hósdagin 24. oktobur, og í tí sambandi verður forvitnislig bókaframløga klokkan 20 á Reinsarínum í Havn og fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 18.30 á Seglloftinum á Tvøroyri.

Hans Eiler Hammer varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var prestur í Norðurnoregi. Sakarmálið hevur sett djúp spor í lív hansara.

Sjálvt um hann bleiv fríkendur á øllum økjum, so hevur hann mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum.

[object Object]

Kensluborið og botnerliga umrøður hann lív sítt, sum til tíðir er baldrut. Hann lýsir barnaheimið saman við sínum kæru foreldrum, sum í mong ár vóru virkin í Heimamissiónini. Hann umrøður kynsliga misnýtslu, dóttrina, ið bleiv álvarsama sjúk, sína egnu uppgerð við Heimamissiónina, gleði, kærleika, strongd og ikki minst trúgv sína og kallið sum prestur.

Bókin er hansara egna verk, har Randi Mohr, tíðindafólk, hevur verið við á síðulinjuni og sett spurningar. Randi hevur útgreinað brot í lívi hansara. Ein uppgáva, ið hon við eldhuga og takksemi hevur átikið sær.

Sonur Hans Eiler – Hans Martin Hammer – sum er útbúgvin innan sang, fer at syngja nakrar føroyskar vísur í sambandi við bókaframløgurnar. 

[object Object]
Randi Mohr


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder