Seinnapartin í gjár varð ársins Miðlaheiðursløn hjá Granskingarráðnum handað á Vísindavøkuni, og í ár varð heiðurin latin Hansi Ellefsen, varadekani og lektara á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Hans er búskaparfrøðingur og hevur ph.d. í fiskivinnubúskaparfrøði.
Tað var Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Miðlafólki, sum vegna Granskingarráðið handaði heiðurslønina.
– Hans Ellefsen hevur í fleiri ár verið nógv frammi í miðlunum, har hann hevur viðmerkt og greitt frá aktuellum búskaparfrøðiligum viðurskiftum, serliga á fiskivinnuøkinum. Hann hevur hóast ábreiðslur megnað at staðið fast við sínar fakligu grundaðu atfinningar móti førda fiskivinnupolitikkinum. Eisini hevur hann verið við til at flutt prátið um fiskivinnu frá bert at snúgva seg um, hvussu nógv vit fiska, til eisini at fevna um onnur samfelagsvirðir, stóð m.a. í grundgevingini.
Miðlaheiðurslønin er áður latin:
2012 – Dorete Bloch
2013 – Pál Weihe
2014 – Kári Sólstein
2015 – Bogi Hansen
2017 – Jens-Kjeld Jensen
2018 – Magni Mohr
2019 – Lis Mortensen
2020 – Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 – Maria Skaalum Petersen
2023 – Heini í Skorini
2024 - Silas Olofson
2025 - Uni Árting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald