Uttanlands

Hans Enoksen gevst sum floksformaður

Naleraq skal hava nýggjan formann eftir at stovnarin av flokkinum er farin úr sessinum

Hans Enoksen (Savnsmynd: EPA)

Hans Enoksen (Savnsmynd: EPA)

2022-06-21 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, núverandi grønlendski tingformaðurin, Hans Enoksen, er ikki longur formaður í flokkinum Naleraq, sum hann sjálvur stovnaði í 2014.

Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar, at Hans Enoksen er farin úr formanssessinum av persónligum orsøkum. Enn er óvist, um hann tekur seg heilt burtur úr politikki, skrivar blaðið.

Ruttsi Lynge Lennert er nú virkandi forkvinna í flokkinum.

- Floksstjórnin hevur viðgjørt ynskið hjá Hans Enoksen, formanni, um at taka seg aftur. Floksleiðslan vil hervið takka Hans Enoksen, og við bestu ynskjum fyri alla familjuna, hava vit gingið umbønini á møti, skrivar Ruttsi Lynge Lennert í fráboðan.

Hans Enoksen byrjaði politisku starvsleið sína í 1987, tá hann gjørdist limur í bygdarráðnum í Itilleq. Í 1989 til 2001 sat hann í kommunustýrinum í Sisimiut, harav avloysandi borgarstjóri í eitt hálvt ár.

Í 1995 til 1999 var hann limur í landstinginum, Inatsisartut, fyri Sisimiut. Í 2001 varð hann útnevndur til landsstýrismann við fiskivinnumálum, og í 2002 til 2009 var hann landsstýrisformaður.

Í 2013 meldaði hann seg úr Siumut og stovnaði nýggjan flokk, Partii Naleraq. Frá 2016 til 2017 varð hann aftur landsstýrismaður við fiskivinnumálum og 2017 til 2018 við vinnumálum. Frá 2018 hevur hann verið tingformaður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder