Hans Jacob & vinmenn fara at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki
Hann verður nevndur dansibandskongur í Føroyum og spælir javnan til stóru dansitiltøkini í landinum. Nú fer Hans Jacob Hjelm á Summar Festivalin at spæla fyri fyrstu ferð.
Hans Jacob og vinmenn, sum hesa ferð vera Jens Johannesen, René Jespersen, Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen, fara at hava konsert í Tjaldinum.
Hans Jacob fer at spæla sínar kendu sangir, og bólkurin fer ivaleyst eisini at tríva í onkran av kendu sangunum hjá Dagfinni Olsen. Hetta eru alt sangir, sum mangir føroyingar kenna – »Læandi gullbrúnu eygu«, »Tá country kom til Skopun«, »Nú og so alt lívið«, »Fagri flokkur« og »Prikkuta Mona«.
Lagt er upp til hugnaliga konsert við góðum og kendum sangum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald