Mentan

Hans Jacob & Vinmenn á Dansibandsfestivalin

Bólkurin, ið hevur spælt á øllum festivalum, síðan byrjan í 2014, verður aftur í ár at hoyra á Dansibandsfestivalinum í Vági, sum verður 1. og 2. mai

2020-02-24 19:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár fara Hans Jacob & Vinmenn aftur á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági.

Ársins festivalur verður í døgunum 1. og 2. mai 2020.

Hans Jacob & Vinmenn kunnu næstan sigast verða eitt av hús-orkestrunum á Dansibandsfestivalinum, tí bólkurin hevur spælt á øllum festivalum, síðan byrjan í 2014, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi.

Umframt Hans Jacob & Vinmenn, fær festivalurin eisini forkunnuga vitjan úr Noregi. Bæði Ingemars og Contrazt koma nevniliga at spæla á ársins Dansibandsfestivali fyrsta vikuskifti í mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder