Mentan

Hans Pauli Olsen, Marius Olsen og Hjørdis Haack sýna fram á ólavsøku

Á ólavsøku verður framsýning í Gallarí Havnará, har yvirskipaða myndaevnið er svart/hvítt

2024-07-24 19:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ólavsøku hava Hans Pauli Olsen, Marius Olsen og Hjørdis Haack framsýning í Gallarí Havnará.

Yvirskipaði myndaevnið er svart/hvítt.

Hjørdis arbeiðir við nátúralistiskum motivum í ymiskum svørtum litum, heitum og køldum, Marius sýnir fram svørt/hvít motivir, og Hans Pauli sýnir gipsbustir og tekningar.

Svart er litleyst. Hetta merkir, at ljós orkan sum heilin skrásetur, tá tú hyggur at einum svørtum tingi, ikki sendur ljós inn í eyga. Svart er altso frávera av ljósi og tí ikki ein veruligur litur.

Fernisering er 27. juli klokkan 16, og framsýningin er opin ólavsøkuaftan og ólavsøkudag frá klokkan 15 til 20.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder