Innanlands

Hans Petur í Brekkunum nýggjur stjóri í Føroya Symfoniorkestri

- Vit eru fegin um, at tað eydnaðist at seta ein stjóra við dyggum innliti í bæði leiðslu og tónleiki á hægsta stigi, sigur formaðurin í stýrinum hjá Symfoniorkestrinum

2019-10-19 16:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt samt stýri hevur sett Hans Petur í Brekkunum í starv sum stjóra fyri Føroya Symfoniorkestur. Hans Petur tekur við starvinum 1. november 2019, og hann fer at arbeiða saman við Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóra í orkestrinum, fyrstu tíðina.

10 umsóknir vóru til starvið, sum er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár í senn.

Hans Petur í Brekkunum er 46 ár og tók prógv í saxofonspæli frá Det Jyske Musikkonservatorium í 2000. Eftir loknan lestur starvaðist hann sum tónleikalærari, áðrenn hann seinni gjørdist tónleikari burturav. Seinastu 12 árini hevur hann starvast sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.    

Hans Petur er júst útbúgvin Executive Master of Business Administration á Niels Brock Executive/Middlesex University London.  

- Vit eru fegin um, at tað eydnaðist at seta ein stjóra við dyggum innliti í bæði leiðslu og tónleiki á hægsta stigi. Vit gleða okkum til eitt gott samstarv við Hans Petur og ikki minst eina framhaldandi menning av Føroya Symfoniorkestri, sigur Jógvan Thomsen, formaður í stýrinum.    

Føroya Symfoniorkestur er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki og við hesum gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.

Orkestrið hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið.

- Føroya Symfoniorkestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder