Í morgin, sunnudagin 5. mai skipar Uni Næs, dómpróstur, Hanus á Gørðum í embætið sum nýggjur prestur á Landssjúkrahúsinum og í varðhaldinum. Hetta verður í Vesturkirkjuni klokkan 11.
Hanus á Gørðum byrjaði sum prestur í 2007, og tá var hann eitt ár vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Síðani hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
Síðani 1995 hevur Sverri Steinhólm røkt embætið sum sjúkrahúsprestur og prestur í varðhaldinum, men 1. september 2023 byrjaði Sverri Steinhólm í einum nýggjum embæti sum diakonprestur í Fólkakirkjuni.
Eftir gudstænastuna sunnudagin verður ein drekkamunnur at fáa, og høvið verður at heilsa uppá Hanus á Gørðum, skrivar Fólkakirkjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald