
Hann er slektaður úr Hoygarðinum á Toftum og er glyvramaður - mamman úr Kálvhúsinum. Hanus Heinesen er útbúgvin navigatørur, er giftur og býr á Skála. Í nógv ár var hann havnaumsjónarmaður við Skála havn, og síðani kommunurnar gingu saman í eina, hevur hann verið partur av Vegadeildini hjá Runavíkar kommunu.
Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna um mannin, ið fyri heilt stuttum fylti 70 ár og sum byrjaði í starvi hjá Skála kommunu fyri yvir 40 árum síðani.
Í hesum sambandi var hátíðarhaldi á Lambareiði týsmorgunin, har borgarstjórin flutti fram røðu fyri Hanusi. Tórbjørn Jacobsen handaði honum blómur og ein málning, málaður av Sámali Toftanes, sum gávu. Motivið var av Toftum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald