Innanlands

Hanus Pál Jógvansson prestvígdur seinnapartin

Jógvan Fríðriksson, biskupur fer at víga komandi prestin í dómkirkjuni klokkan 16 – Hanus verður virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í tríggjar mánaðir

(Mynd: folkakirkjan.fo)

(Mynd: folkakirkjan.fo)

2022-04-24 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag verður Hanus Pál Jógvansson prestvígdur í dómkirkjuni í Havn.

Tað er Jógvan Fríðriksson, biskupur, ið kemur at víga komandi prestin.

Hanus Pál verður virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í tríggjar mánaðir, nú Derhard Jógvansson fer í lestrarfarloyvi, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuna.

Prestavígslan verður í dag klokkan 16, og undir gudstænastuni í Vesturkirkjuni komandi sunnudag, 1. mai klokkan 11, skipar dómprósturin nýggja prestin í kallið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder