Innanlands

Hanus Pál Jógvansson vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi

Hann verður virkandi sóknarprestur frá 1. mai til 31. juli

(Mynd: Fólkakirkjan)

(Mynd: Fólkakirkjan)

2022-01-28 18:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi 27. januar varð nólsoyingurin Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai – 31. juli.

Fýra umsøkjarar vóru til vikariatið, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Tá talan er um vikar, er biskupur setanarmyndugleikin. Treytað av, at landsstýrismaður í mentamálum gevur vígsluloyvi, er ætlanin at prestvíga Hanus Pál í dómkirkjuni 24. apríl klokkan 16.

Undur gudstænastuni í Vesturkirkjuni sunnudagin 1. mai klokkan 11 skipar dómprósturin so nýggja prestin í kallið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder