Mánadagin 9. desember kemur bókin "Stríðið um proteinini - og útflutningurin til Sovjet", ið Hanus Samró, rithøvundur og fyrrverandi løgtingsmaður, hevur skrivað. Bókin snýr seg um søluna til Russlands frá byrjan til í dag.
- Tað undrunarsama er, at hóast bókin ikki kemur út fyrr enn mánadagin, er hon longu næstan útseld. Tað segði Hanus Samró í samrøðu við Gunnari Nolsøe í útvarpssendingini "Nón" seinnapartin í gjár.
- Hetta er eitt luksusproblem. Bókin kemur út mánadagin, men hon er næstan útseld. Eg havi eitt sindur meira enn 100 bøkur eftir. Eg veit ikki, um hon kemur í handlarnar, men eg kann ikki lova nakað, so um man vil ogna sær hana, so hevði eg kanska heldur mælt til at keypt hana í dag, heldur enn at bíða til í næstu viku, tí tað er líkt til, at hon verður útseld áðrenn.
Um bókina: Tað elvdi til politiskt rumbul, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fór a fund í Russlandi í september 2014. Orsøkin var stórpolitiska ósemjan millum Russland og Ukraina. Føroyar vóru millum fyrstu tjóðirnar í heiminum, ið gjørdu fiskiveiðuavtalu við Sovjetsamveldið, og í dag er føroyski útflutningurin tætt knýttur at russiska marknaðinum. Hvat hava fiskiveiðiavtalur og útflutningur í felag? Ella hava tey nakað í felag? Kann tað hugsast, at Føroyar hava ein ella annan leiklut, sum eingin gevur sær farum?
Fiskiveiðiavtalan hevur týdning, men hon sigur einki um samhandilin. Um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið. Hagtølini vísa, hvønn týdning russiski marknaðurin hevur í dag, men tey siga ikki nakað um søguligu viðurskiftini. Bara nútíðina. Nær byrjaði samhandilin? Hvønn týdning hevði hann?
Fyri at finna svarið, mugu vit leita aftur í tíðina. 25 ár fyri fiskiveiðiavtaluna. Aftur til byrjanina av kalda krígnum, tá Føroyar vórðu limaðar inn í NATO og gjørdust lítil brikkur í vesturlendsku verjusamgonguni. Kalda kríggið kann ikki samanberast við spentu støðuna í dag. Tað var ein ein onnur tíð. Og tó. Tað eru nøkur viðurskifti, ið ganga aftur.
Hetta er søgan um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald