Gjárarmorgunin var fult hús hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen.
Næmingaráðið saman við lærarum og námsfrøðingum úr Skúlanum í Eysturkommunu handaði borgarstjóranum áheitanarskriv um viðurskiftini á Eysturleiðini.
Í áheitanarskrivinum, sum formaðurin í næmingaráðnum, Jónas A. Olsen og Martina Biskopstø Poulsen, umboð fyri lærarar og námsfrøðingar, handaðu, var víst á viðurskiftir sum ikki eru nøktandi og hava skund fyri at Eysturleiðin kann gerast betri og tryggari fyri børnini.
Eyp.fo skrivar, at trupulleikar sum vóru nevndir var, at bussurin ofta er alt ov fullur av næmingum. Ikki øll hava møguleika at sita í trygdarbelti. Og at børn hava upplivað happing og harðskap í bussinum, og harvið ikki tora at taka bussin í skúla.
Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, saman við forkvinnuni í Umhvørvis- og trivnaðarnevndin, Marjun Andreasardóttir, tóku ímóti og lovaðu at royna at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald