Nú er liðugt við tvey-fyri-ein tilboðum, fríari barr og pub crawl.
Í stríðnum móti drykkjuskapsturismu hava myndugleikarnir á Balearioyggjunum nevniliga gjørt av at banna happy hour og sølu av rúsdrekka í handlunum eftir klokkan 21.30.
Sambært DR, er nýggja forboðið galdandi á ávísum økjum á Ibiza og Mallorca, m.a. Magaluf og West End á Ibiza.
Hetta forboðið er tað fyrsta av hesum slagnum í Evropa, og er tað fyribils galdandi í fimm ár.
Brot á nýggju reglurnar verður revsað við stórari bót, men eitt skeinkistað kann eisini verða stongt í fleiri ár, um nýggja forboðið ikki verður hildið.
Fleiri vinnurekandi eru vónsvikin av myndugleikunum, meðan fleiri av teimum lokalu fegnast um nýggja forboðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald