2022-08-05 15:01
Í gjár upplýsti norska kongshúsið, at 85 ára gamli Harald kongur var innlagdur við fepri, og í fráboðan í dag verður sagt, at hann fær antibiotikaviðgerð fyri eina ígerðarsjúku á Rikshospitalet í Oslo.
Sagt verður, sambært Ritzau, at støða hansara er trygg.
Seinastu árini hevur norski kongurin fleiri ferðir verið innlagdur.
Fyrst í 2020 varð hann innlagdur fyri svimbul. Hann varð útskrivaður nakrar vikur seinni. Sama ár varð hann innlagdur og skurðvigðjørdur í hjartanum, har hann fekk eina nýggja hjartaloku. Í 2021 varð hann skurðviðgjørdur í beininum, og í mars í ár fekk hann staðfest koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald