Uttanlands

Harald kongur heim til Noregs í dag

Flogfarið við norska konginum, sum hevur verið undir skurð í Malaysia, fór av stað í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-03-03 14:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski Harald kongur er nú á veg heim úr Malaysia.

Norska Dagbladet skrivar, at flogfarið við konginum fór úr Malaysia í morgun, og væntast hann at vera í Noregi seint í kvøld.

Tað var fyrr í vikuni, at 87 ára gamli Harald kongur, sum ferðaðist í Malaysia, varð innlagdur við infektión. Hann hevur síðani fingið ein fyribils kvikil - pacemaker.

– Skurðviðgerðin gekk væl. Kongurin hevur tað eftir umstøðunum gott, men hann hevur framvegis tørv á hvild. Skurðviðgerðin fer at gera heimferðina tryggari, segði lækni hansara í gjár sambært Ritzau.

Tá Harald kongur kemur heimaftur til Noregs, skal hann innleggjast á norska ríkissjúkrahúsinum í Oslo, og verður hann sjúkrameldaður í tvær vikur, og ímeðan tekur Haakon krúnprinsur sær av uppgávunum hjá konginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder