Seint sunnukvøldið lendi flogfarið við norska konginum í Oslo, og er hann nú innlagdur á ríkissjúkrahúsinum í norska høvuðsstaðnum.
Norska kongshúsið upplýsir, sambært tíðindastovuni NTB, at 87 ára gamli kongurin skal hava viðgerð og frið í nakrar dagar.
Sunnumorgunin varð boðað frá, at kongurin er sjúkrameldaður í tvær vikur, og at Haakon krúnprinsur tekur sær av uppgávum hansara í hesum tíðarskeiðnum.
Norski kongurin varð í farnu viku innlagdur við infektión í Malaysia, har hann ferðaðist saman við Sonju drotning. Leygardagin fekk hann ein fyribils kvikil - pacemaker - sum skuldi gera heimferð hansara til Noregs tryggari.
Norsku kongshjúnini vórðu flogin heim í einum flogfari hjá SAS. Tað var av slagnum Boeing 737-700 og er bygt til at flyta sjúk og særd fólk.
Sambært Ritzau fylgdu yvir 94.000 fólk við flogfarinum á Flightradar24, tá tað lendi í Oslo stutt áðrenn klokkan 22 okkara tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald