Á tíðindafundi í dag sló Harald kongur fast, at hann ikki ætlar sær at leggja frá sær. Tað kom fram eftir ein spurning, um hann ætlaði at gera sum danska drotningin og geva trónuna víðari til krúnprinsin.
- Nei, tað havi eg ikki. Eg haldi fast í tí, sum eg havi sagt, at eg havi svorið eið til Stórtingið, og tað haldi eg restina av lívinum, sigur Harald kongur sambært VG.
86 ára gamli kongurin yvirtók trúnuna í 1991 tá pápi hansara doyði. Hann hevur seinastu árini havt trupulleikar við heilsuni.
Haakon krúnprinsur hevur røkt nógvar av kongaligu uppgávunum.
Norska krúnprinsaparið Haakon og Mette-Marit (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald