Tað var fríggjamorgunin, at norski Harald kongur brádliga varð koyrdur á Ríkissjúkrahúsið í Oslo.
Orsøkin var, at hann hevði andatrongd, men korona varð útilokað, varð sagt.
Sambært Ritzau upplýsti Sonja drotning, stutt eftir, at kongurin varð blivin innlagdur, at hann hevði tað eftir umstøðunum gott.
Á heimasíðuni hjá norska kongshúsinum verður í stuttari fráboðan boðað frá, at 83 ára gamli kongurin nú er vorðin útskrivaður. Men hóast tað, er hann framvegis sjúkrameldaður til 4. oktober.
Sambært norsku tíðindastovuni NTB ynskir norska kongshúsið fyribils ikki at siga meira um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald