Uttanlands

Harald kongur útskrivaður

85 ára gamli norski kongurin, ið varð innlagdur hósdagin, er væl fyri, sigur norska kongshúsið

Harald kongur hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini (Mynd: EPA)

Harald kongur hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini (Mynd: EPA)

2022-08-08 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag varð norski Harald kongur útskrivaður av Rikshospitalet í Oslo, eftir at hann varð innlagdur við fepur hósdagin og fekk antibiotikaviðgerð fyri eina ígerðarsjúku.

Norska kongshúsið sigur, sambært Ritzau, at 85 ára gamli kongurin er væl fyri.

Seinastu árini hevur norski kongurin fleiri ferðir verið innlagdur.

Fyrst í 2020 varð hann innlagdur fyri svimbul. Hann varð útskrivaður nakrar vikur seinni. Sama ár varð hann innlagdur og skurðvigðjørdur í hjartanum, har hann fekk eina nýggja hjartaloku. Í 2021 varð hann skurðviðgjørdur í beininum, og í mars í ár fekk hann staðfest koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder