– Vit eru skelkað yvir sorgarleikin í Kongsberg í gjárkvøldið, og vit føla við teimum avvarðandi og særdu.
Soleiðis stendur m.a. í einum brævi til borgarstjóran í Kongsberg, har fimm fólk í gjár vórðu skotin til deyðis við boga og píli. Brævið er frá norska kongshúsinum og er undirskrivað av Harald kongi.
– Tað skelkar okkum øll, at so ræðulig ting henda so nær við okkum, tá vit ikki vænta tað, mitt í gerandislívinum á opnari gøtu. Noreg er eitt lítið land. Tá Kongsberg nú er rakt so hart sum samfelag, stendur restin av tjóðini saman við tykkum, stendur víðari í brævinum.
– Vit senda tankar til øll, sum nú hava eina torføra tíð frammanfyri sær, og til øll, sum hava krevjandi arbeiðsuppgávur frammanfyri sær.
Tað var stutt eftir klokkan 17 í gjár føroyska tíð, at norska løgreglan fekk fráboðanir um, at ein persónur gekk runt í Kongsberg og skeyt eftir fólki við boga og píli. Í morgun hevur løgreglan eisini upplýst, at onnur vápn eisini vórðu brúkt.
Sum áður nevnt, lótu fimm fólk lív í gjárkvøldið, og tvey vórðu álvarsliga særd.
Ein 37 ára gamal danskur ríkisborgari er handtikin í málinum, og advokatur hjá løgregluni upplýsir í morgun, at hann hevur viðurkent "umstøðurnar", skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald