2026-08-18 12:00
Haraldur kongur í Noregi er innlagdur á sjúkrahús, og meðan kongur er sjúkrameldaður er tað Haakon Magnus krúnprinsur, ið virkar sum ríkisovasti, boðar norska kongshúsið frá á heimasíðuni.
Kongurin hevur hesar seinastu vikurnar verið í viðgerð við kortison fyri blóðsjúkuna hemolytisk anemi. Hetta hevur elvt til vætusamling í kroppinum, sum skal viðgerast á sjúkrahúsi, skrivar kongshúsið.
89 ára gamli Harald V kongur er fyribils sjúkraskrivaður í tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald