Tað er av týdningi, at kongur er smittufríur, tá kvikilin verður lagdur inn, skrivar norska kongshúsið í tíðindaskrivi í dag.
Og tað kann taka nakrar dagar, so eftir øllum at døma skal Harald kongur vera liggjandi á norska ríkissjúkrshúsinum í Oslo alla hesa vikuna, verður sagt víðari, sambært NRK.
Kongshúsið leggur afturat, at heilsustandurin hjá kongi annars er stabilur og í batningi.
Les eisini: Harald kongur innlagdur í Oslo
Seint í gjárkvøldið lendi SAS-flogfarið, sum flutti 87 ára gamla kongin heima frá Malaisia. Ferðin úr Langkawi tók góðar 18 tímar.
- Hansara hátign Kongur hevur, sum kunnugt, verið raktur av eini infektión samstundis, sum hjartafrekvensurin var lágur, og hetta kravdi, at hann mátti innleggjast og verða flogin heim við sjúkraflutningi, skrivar kongshúsið.
Í dag hevur familjan vitja kongin. Haakon krúnprinsur og Sonja drotning komu til Rikshospitalet seinnapartin. Fyrr í dag vitjaðu Mette-Marit krúnprinsessa og prinsessurnar Ingrid Alexandra og Märtha Louise á sjúkrahúsinum.
Leygardagin fekk kongur ein fyribils kvikil ásettan á Sultanah Maliha sjúkrahúsinum í Langkawi.
Í 2020 fekk Harald kongur eina hjartaloku skifta út á ríkissjúkrahúsinum. Í 2005 fekk hann ein eisini ein hjartaskurð, tá hjartalokan millum hjartað og meginlívæðrina varð skift. Tá fekk hann eisini ein tilgjørda hjartalúku ísetta í høvuðsæðrina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald