
Ríkisstjórnin í Danmark ynskja at steðga bandakriminaliteti. Tískil verða revsiátøkini nú herd.
Stjórnin hevur í dag, týsdag, verið á løgreglugarðinum í Keypmannahavn, og lagt 39 uppskot fram, um nýggju revsiátøkini.
Uppskotini vóru millum annað, at ung og børn lættari skulu blíva víst til ungdómsbrotsnevndina, fyri at fyribyrgja ungdómsbrot. Harðari revsing, fyri at ganga við ólóligum vápnum. Eyka revsing, um tað snýr seg um fíggjarligan kriminalitet, sum t.d. falsan ella hvítvask.
Afturat hesum, skal løgreglan fáa fleiri og betri tól, fyri at vinna á bandunum. Løgrelan skal t.d. hava møguleikan fyri at víðka um telefonavhoyring, og sleppa at víðka um nýtsluna av løgreglufólkum í sivilum klæðum.
Eisini skal tað vera møguligt at burturvísa útlendingum úr Danmark, um talan er um álvarsligan kriminalitet.
Kelda: Justitsministeriet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald